

Russland hevur skotið yvir 100 rakettir um markið inn í Ukraina í nátt og tíðliga í morgun, tað skrivar Oleksiy Arestovych, sum er ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, á sosialum miðlum í morgun.
Ógvusligar spreingingar hava verið í høvuðsstaðnum eins og í býunum Kharkiv, Odesa og Zhytomyr.
Russar royna at oyðileggja ukrainska undirstøðukervið, men framkomna loftverjuskipanin hjá Ukraina hevur tó bast fleiri av rakettunum áðrenn tær raktu, frættist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo