40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Øll vita, at vit hava tveir bólkar í føroyskum politikki.

Vit hava fimm flokkar, sum eru sjálvstýrisflokkar. Teir eru A Fólkaflokkurin, D Sjálvstýrisflokkurin, E Tjóðveldið, F Framsókn og H Miðflokkurin. Teir viðurkenna fólkaatkvøðuna 14. septembner 1946 og ætla at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum.

Síðani hava vit tveir flokkar, sum siga seg vera samríkisflokkar. Teir eru B Sambandsflokkurin og C Javnaðarflokkurin. Ringt er at definera hvat samríki teir tosa um. Danmark góðkendi fólkaatkvøðuna í 1946 soleiðis at vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki eftir samráðingar millum okkum og Danmark. Hesar samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Meina flokkarnir í álvara at teir eru samríkisflokkar, so siga teir harvið, at teir vilja avtaka fólkaatkvøðuna og at vit skulu gerast partur av einum samríki, har vit eitt nú skulu gjalda jarðarskatt til Danmark og hava danska verndarskyldu.

Á løgtingsvalinum fingu sjálvstýrisflokkarnir meirilutan, 17 av 33 tingmonnum. Samríkisflokkarnir komu í minniluta við 16 tinglimum.

Fyri at skipa eitt landsstýri er neyðugt at hava ein meiriluta. Her er lætt hjá sjálvstýrisflokkunum at skipa landstýri. Tann av teimum 5 sjálvstýrisflokkunum, sum hevði ta størstu framgongdina, var Framsókn.

Ein grundregla í demokratiskum skipanum er, at tann flokkur í eini samgongu, sum veljararnir hava givið tað størsta álitið, verður oddamaður.

Her er tí einki at ivast í at seta Ruth Vang sum løgmann.

Setningur hennara er at seta í verk tað sjálvstýri, sum loysingarmeirilutin samtykti í 1946.

Ongantíð hevur tað ligið so væl fyri sum nú. Føroyar eru ríkari enn Danmark, men av tí at vit ikki enn hava nýtt teir møguleikar. sum sjálvstýri gevur okkum, hava vit ikki nóg góða trygd.

Sjálvandi hevði tað verið ynskiligt, um samríkisflokkarnir, tá teir skiltu at teir høvdu verið á skeivari leið, komu við upp í sjálvstýrissamgonguna. Tað lættir um tá slík stór uttanríkispolitisk mál skulu fáast frá hondini, at vit tosa við einari rødd.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo