40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Javnstøðunevndin fekk av at vita í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun, tá Jógvan Páll Lassen, advokatur, var í útvarpsstovuni og tosaði millum annað um eina avgerð hjá nevndini um eina kvinnu, sum ikki fekk sítt gamla starv aftur eftir at hon hevði verið í farloyvi vegna barsil. Kvinnan skuldi hava endurgjald uppá 190.000 krónur frá arbeiðsgevaranum, segði nevndin.

Nevndin sjálv er fámælt um avgerðina, sum kann lesast í avgerðarsavninum.

- Javnstøðunevndin er øðiliga sparsommelig við upplýsingum (...) hetta kundi verið miðlað 1.000 ferðir betri, tí hetta er eitt mál sum hevur almennan áhuga. Tey hava nógv at læra, segði Jógvan Páll Lassen millum annað.

- Ein serdómstólur sum hetta eigur at vera nógv meira útvendur og fortelja meira um hvat fyrigongur. Hatta er ein avgerð sum er hálvt ár, segði advokaturin eisini.

Hoyr samrøðuna við advokatin her

Tað var Føroya Arbeiðarafelag sum reisti málið fyri kvinnuna. Føroya Arbeiðarafelag skrivaði mánadagin um avgerðina hjá Javnstøðunevndini á síni heimasíðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo