Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er úttikin til U21 EM-undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða í næstum - Mynd: Jens Kristian Vang

FSF: Mikudagin 2. september verður U21 EM-undankappingardystur á Svangaskarði á Toftum, har Føroyar fara at taka ímóti Ísrael. Og eini viku seinni, tann 8. september koma norðurmakedónar aftur hendan vegin.

Farna mánadag úttók Sámal Erik Hentze, landslisðvenjari, hópin til komandi uppgávur, og millum teir 20 var Ólavur Niclasen úr KÍ. Men nú hevur vinstrabeinti klaksvíkingurin givið avboð vegna skaða, og í hansara stað hevur U21-venjarin sent boð eftir Arnbjørn Svensson úr Víkingi.

Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo