Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Bára Silvansdóttir og Sámal Ravnsfjall verða við á Summar Festivalinum í august.

Unga songkvinnan Bára Silvansdóttir hevur útgivið einstakar sangir og EP-útgávuna Skuggar. Hon hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini og eru veruliga á veg fram. Sangirnir hjá Báru eru persónligir og byggja á upplivingar og royndir í lívinum.  Hon setur orð á tankar og kenslur, og hon hugleiðir um sambond og skilnað.

Sámal Ravnsfjall telist millum mest royndu føroysku tónleikararnar. Hann hevur spælt í bólkum, og hann hevur havt óteljandi framførslur sum solistur. Sámal hevur spælt á mest sum hvørjum tanga, og eisini í útlandinum hevur hann ferðast sum tónleikari. Tá ið hann spælir live, kann hann bæði tulka sangir hjá øðrum, og hann framførir sangir, sum hann er landskendur fyri at syngja.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 10. til 12. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo