40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Elsti flokkurin í Føroyum rakk ikki inn um tinggáttina í gjár.

Sjálvstýri fekk 2,7% av atkvøðunum, tað var ein minking uppá 0,7% í mun til valið í 2019, og er ikki nóg nógv til at fáa umboð valt í tingið.

Formaðurin, Sámal Petur í Grund, segði í gjár, at hann ikki sær soleiðis uppá tað, at flokkurin fer í søguna. Hann segði, at tey í landsfelagnum nú fara at tosa saman um, hvat skal henda.

Sjálvstýrisflokkurin, sum flokkurin tá æt, fekk á valinum í 1906 heili 37,6% av atkvøðunum og 8 tingfólk. Og í 1016 fekk hann 51,7% av atkvøðunum og 9 tingfólk. Aftaná Seinna Heimsbardaga, tá fleiri flokkar komu, bleiv støðan ein onnur, og flokkurin fekk ongantíð fleiri enn trý tingfólk vald.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo