40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vanligu lokalpolittisku herrópini eru vorðin harðmæltari seinastu tíðina. Serliga eru tað fólk og ávísir polittikarar úr Norðoyggjum sum mynda kjakið, sum javnan byggir á at tey antin fáa ov lítið av landsins ágóðum, ella er tað handan marvandi tjúgukrónan fyri at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, sum gevur náttarvøku.

Sum heild haldi eg polittikararnar úr Norðoyggjum vera ríkiliga dugnaligar at draga í egnan (norðoyggja) barm, og eg haldi als ikki at veljarnarnir í økinum, sum velja lokalt, hava nakað at fílast at. Tykkara polittikarar bera javnt og samt áhugamál á Tingborð, sum var okkara kæra Ting, ein deild av býráðnum í Klaksvík.

Sjálvur hevði eg lagt størri dent á at fingið bygt eitt nýtt sjúkrahús í Norðoyggjum, sum kundi ment økið til ein sterkari heilsufakligan part av føroyska heilsuverkinum.

Fyri okkum sum eru leysari knýtt at norðurøkinum, er trupult at skilja ónøgdina. Klaksvíkin er vorðin eitt væla framburðsøki, við flestu hugsandi tænastum og vinum. Fyri framman stendur eitt snotiligt mentunarhús, sum kann lyfta virknað mentanarøkið uppá eitt enn betri støði.

Vinnuliga, bæði í fiskivinnu og alivinnu stendur rættiliga væl til. Ongi tekin eru um at økið hevur fingið minna lutin her.

Og bygdirnar í Norðoyggjum eru perlur við hvør sínum sereyðkennum.

Tað fær meg at hugsa tankan, er hettar bert eitt spæl tit veljarar hava koyrandi við “tykkara” polittikarum?

Í so fall er tað eitt eftir mínum tykki eitt skaðiligt spæl, tí tað stútt og støðugt laðar óneyðugt sundurlyndi í landi okkara.

Sjálvandi hevur tað størri týdning fyri okkum øll, at fáa Suðuroynni eitt nútímans ferðasamband, les tunnil, enn at tað eitt nú verður ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði.

Hesin trái krevjihugburðurin seyrar og syndrar alt uppbyggjandi kjak í landinum, og minnir ikki sørt um narcissistisku lótirnar hjá smábørnum, sum ikki síggja annað enn sín egna nalva.

Vit hava tørv á norðingum og teirra virkisfýsni í Føroyum, men tíðin er komin at leggja á annan bógv í polittiska kjakinum.

Sum ein av stórubeiggjunum í Føroyum, eiga tit at ganga á odda og savna tjóðina, við átøkum sum byggja landið alt, heldur enn útbyggja syndroma norealis.

Saman við okkum, eins og vit hava staðið saman við tykkum.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo