Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: FSF Varpið var við, tá áleið 80 ungir spælarar úr øllum landinum mikudagin savnaðust á Svangaskarði á Toftum til seinastu úrvalsvenjingina fyri summarsteðgin. Í videobrotinum niðanfyri kanst tú síggja og hoyra um nakað av tí, sum úrvalstilboðið hevur at bjóða fótbóltsglaða ungdóminum.

Umframt nógva dystarvenjing við smáum liðum, vóru eisini aðrir venjingarpostar við skipaðum spølum og kappingum á skránni, og hetta var gjørt við tí fyri eyga at menna samanhaldið millum spælararnar tvørtur um feløgini.

– Vit hava tilvitað valt at hava nógv fokus á tað sosiala og stuttliga, tí vit vilja geva spælarunum høvi til at knýta vinaløg tvørtur um feløg. Fótbóltur er ein liðítróttt, og tí er tað umráðandi at skapa trivnað og samanhald í umhvørvinum, samstundis sum vit eisini leggja okkum eftir at venja so dygdargott sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo