Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Samanskotsgildið varð á fyrsta sinnið fyriskipa í fjør í samband við fjølmentanarvikuna. Uppmøtingin var yvir allar væntanir og eydnaðist tiltakið sera væl. 

Aftur í ár verður skipað fyri samanskotsgildið í samband við fjølmentanarvikuna. Áður er lýst við at tiltakið fór at vera í Listastovuni, men vegna umvælingar har, so er tiltakið flutt oman í bygdarhúsið.

Tiltakið verður enn sum áður mikukvøldið 25. oktober kl. 18.00 til 20.00 og verður hetta ein sonn samanskots fjølmentanarmatveitsla. Her verður møguligt at smakka ymiskan mat úr nógvum ymiskum londum umboðandi allar heimspartarnar. Matur verður úr Meksiko, Peru, USA, Íslandi, Kýpros, Iran, Onglandi, Kenya, Filipinunum, Avstralia og Skotlandi.

Tiltakið er ókeypis, men hóast tað eru nógvir kokkar, so er avmarkað av mati og tí ræður um at koma í góðari tíð. 

Potluck has been relocated to Bygdarhúsið on Wednesday night, running from 6 pm to 8 pm.

Potluck was first organized last year in connection with Multicultural Week, and it was a massive success. Over 100 people attended to savor the diverse culinary offerings from various cultures.

This year, the event will feature a buffet showcasing cuisine from different countries, representing all seven continents. The countries represented this year include Mexico, England, Iceland, Cyprus, Iran, the Philippines, Peru, the USA, Scotland, Kenya, and Australia.

The event is free, but please be aware that due to a limited quantity of food, it will be served on a first-come, first-served basis, even with our many talented chefs in attendance.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo