Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ólavsøkan var sum ólavsøkur flest, nógv verður drukkið og úrslitið mangan hareftir, siga tey hjá politinum, nú tjóðarhátíðin er av á hesum sinni.

Onkur er skrivaður fyri rúsdrekkakoyring og um trý tíðina komu boð um, at ein maður var frá sær sjálvum á einum skonkistaði í Havn, og hevði sligið minst trý fólk.

Politiið fór á staðið og handtók mannin, sum nú kann vænta sær revsing.

- Annars gera samarittarnir og eisini sjúkrabilatænastan eitt stórt arbeiði við at hjálpa fólki sum eru komin illa fyri, oftast tí tey hava drukkið meira alkohol enn gott er. Tey verða antin hjálpt heim, ella, um tørvur er á tí, so koma tey undir læknahond, sigur vakthavandi á politistøðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo