Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Fyri at einki ivamál skal vera, so skal eg gera greitt, at Sambandsflokkurin á Fólkatingi fer ikki at brúka skipanina hjá Fólkatinginum um at fáa pening til tulk,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Fleiri miðlar hava í vikuni skrivað, at føroysku og grønlendsku flokkarnir fara at fáa 67.000 krónur um mánaðin til tulk og umseting. Hetta kann misskiljast.

Fólkatingið hevur sett eina skipan í verk, har føroysku og grønlendsku flokkarnir hava møguleikan at gerast partur av hesi skipan, men tað merkir ikki, at flokkarnir uttan víðari fáa hendan peningin. Flokkarnir kunnu søkja um peningin, um tørvur er á tí.

“Eg havi ikki brúk fyri hasi skipanini, sum støðan er nú, tí eg fari framhaldandi at tosa danskt í Fólkatingssalinum. Er tað tørvur á onkrari umseting í sambandi við fólkatingsarbeiðið, so verður tað avgreitt undir verandi skipan við floksstuðli,” sigur Anna Falkenberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo