Sambandsflokkurin hevur landsfund í Havn í dag.
Formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, sigur millum annað í frágreiðing síni til landsfundin, at nú má ríkisfelagsskapurin moderniserast.
- Handilspolitikkur er vorðin tann nýggi uttanlandspolitikkurin, har vit vinna pening til landið og senda altjóða politisk tekin til umheimin. Vit mugu í størri mun kunna stýra hesum úr Føroyum...Tað ringasta, sum kann henda, er, at vit bara passivt hyggja at, meðan týðandi mál gleppa okkum av hondum. Vit mugu gera ein innsats fyri at gera broytingar til okkara fyrimun...Føroyar eiga at hava aktivan leiklut í verjupolitisku semjuni, sum arbeitt verður við. Alt annað er ábyrgdarleyst av samgonguni. Og vit skulu sjálvandi hava ein eftirlitsradara í Føroyum...Eitt av av føroysku fólkavaldu umboðunum átti hartil at verið fastur limur í Uttanríkispolitisku nevndini á Fólkatingi - serliga tá ið hugsað verður um geo-politisku støðuna í Arktis. Hetta hevði givið okkum enn størri innlit á uttanríkispolitiska økinum og ein pall at umboða okkara sjónarmið, segði formaðurin millum annað í síni frágreiðing til landsfundin.
Tú kanst fylgja við stroymingini niðanfyri.
Treoels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, er gestarøðari. Hann tekur orðið klokkan 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo