40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Løgtingið viðger í dag lógarupppskotið frá Sambandsflokkinum um inflasjónsískoyti til sperdar familjur. Talan er um at veita eina eingangsupphædd á 12.000 kr. 

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at verandi skipan við familjuískoyti verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið, soleiðis at tað eisini verður veitt eitt inflasjónsískoyti.

Víðkanin hevur við sær, at onnur enn bara barnafamiljur kunnu søkja um ískoyti, og einki aldursmark verður ásett. Hetta skal tryggja, at fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini kunnu fáa inflasjónsískoyti.

Ótrygga støðan og altjóða rembingar í heiminum hava havt við sær, at prísirnir eru hækkaðir óvanliga nógv tað seinasta árið. Hetta hevur gjørt tað trupult hjá mongum húskjum at fáa endarnar at røkka saman, og hesi hava tí tørv á hjálp skjótast gjørligt.

Tí hevur Sambandsflokkurin lagt fram uppskotið um inflasjónsískoyti.

Tað er í dag ongin skipan, sum loftar teimum familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av høgari inflasjón.

Sambandsflokkurin vísti á til løgtingsvalið, at tað hevur týdning, at veitta hjálpin er málrættað til tær familjur, sum veruliga hava brúk fyri henni.

Vit kunnu ikki venda blinda eygað til tann veruleikan, at tað eru familjur í Føroyum í dag, sum ikki kunnu bíða í mánaðir eftir hjálp.

Verður uppskotið samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Fylg við orðaskiftinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo