Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-051/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, sambýlið á Mýrini.

Spurningar:
1. Hvat kostar bygningurin Sambýlið á Mýrini, nú hann er liðugur?

2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi, nú hann er liðugur?

3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av lendi
og annað?

4. Hvussu var byggingin skipað?

5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur?

6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon hevur?

Til nr. 1:
Endaroknskapurin fyri verkætlanina er ikki endaliga uppgjørdur. Hann verður tøkur innan ársskiftið. Við tí fyrivarni kann sigast, at bygningur kemur at kosta millum 42 - 42.3 mió.kr. og kemur sostatt at hava avlop.

Til nr. 2:
Kostnaðurin er 34.334 kr. pr. fermetur út frá einum byggikostnaði á 42.300.000 kr.

Til nr. 3:
Handverkaraútreiðslur: 26.388.296,97 kr.

Eyka avtalur, meir og minni og lønar- og prísvøkstur í sambandi við handverkaraútreiðslur: 6.007.565,16 kr.

Ráðgeving: 4.941.054,70 kr.

Ognan av lendi: 2.700 kr. fyri samanlegging av mattriklum. Eingin kostnaður var fyri keyp av grundøki, tí landið frammanundan átti grundøkið.

Annað (innbúgv, útgerð og tól, verkætlanarleiðsla, forkanningar, tryggingar o.a.): 4.960.383,17 kr.

Til nr. 4:
Landsverk var byggiharri við Sp/f MAP sum høvuðsráðgeva við ábyrgd av projektering, fakeftirliti og byggileiðslu. Knýtt at verkætlanini hevur verið bygginevnd við umboðum fyri stjórnarráð og Almannaverkið. Byggingin varð skipað sum stórarbeiðstøka við fýra arbeiðstøkum.

Fyrst varð jørðarbeiðið boðið út og økið bleiv gjørt byggibúgvið; P/F Articon hevði hesa arbeiðstøkuna. Síðani varð byggingin boðin út, sum tríggjar sjálvstøðugar arbeiðstøkur.

Sp/f ÁTS hevði timburarbeiðstøkuna og afturat sær undirveitarar innan gólv-, málara-, múrara- og lendisarbeiðið.

Sp/f Install hevði EL-arbeiðstøkuna og Sp/f Renovent hevði HVS-arbeiðstøkuna.

Til nr. 5:
Metingin hjá Landsverki er, at stjórnarráð, brúkari, starvsfólk, búfólk og avvarðandi sum heild eru væl nøgd, nú bygningurin er liðugur og borgarar eru fluttir inn. Mýran er eitt sera fjálgt og heimligt sambýli. Nevnast kann, at eftir at stjórnarráðið hevur tosað við starvsfólk og avvarðandi verður sagt, at hetta er heilt einastandandi gott bústaðartilboð.

Til nr. 6:
Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ið skulu samvirka fyri at ein bygging verður væleydnað. Í hesum føri kann serliga viðmerkjast, at samstarvið millum arbeiðstakarar hevur verið framúr gott og hetta metir Landsverk sæst aftur í úrslitinum, nú bygningurin stendur liðugur.

Fyrimunir hava verið við at bjóða jørðarbeiðið út og harvið gera økið byggibúgvið áðrenn sjálvur bygningur verður boðin út. Jørðarbeiði hevur ofta við sær stórar óvissur, sum kunnu hava neiligar fíggjarligar avleiðingar. Verkætlanin hevur havt neyðuga peningin til óvæntaðar útreiðslur. Hetta hevur havt við sær, at tørvur ikki hevur verið á at gera sparingar, sum í síðsta enda ofta kunnu hava aðrar óhepnar avleiðingar við sær.

Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo