40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Lívið er spennandi, tá ið andalig búning setur dagsskránna. At vera leiddur ígjøgnum tað tronga portrið. At síggja sólina skína í kirkjum og samkomum hinumegin fjallið, har systkin við øðrvísi siðvenju savnast. Tað tronga portrið er fatanin, at alt og øll skulu tillaga seg mína fatan og áskoðan.

Mær tørvar Jesus sum vegvísara hvørja løtu og stund. Uttan Jesus er tað tronga portrið trengri, tess meira vit breiðka ella smalka vegin. Alt mítt má leggjast til síðis. Nakin fara vit ígjøgnum nálareygað latin í klæði, ið eru reinsað í Jesu frelsandi blóði.

Rættvísgjørdur í trúnni á Jesu fullgjørda verk á Golgata krossi. Sælur og livandi í uppreisn hansara. Tað er vegurin til gleði, frið og frælsi. At hvíla so trygt í trúnni á Jesus, at vit ikki taka okkum tykni av speirekandi talu ella óvandaligum orðum. At hugsavna seg um Meistaran er vælgerandi fyri eins egna lív og samveruna við onnur.

Tað gagnar kristnu trúnni, um endamálið er at koma longri fram á leið og fyllast við anda Guðs. Vit mega vaksa og búnast andaliga. Vit mega stríða trúarinnar góða stríð.

Tað er neyðugt, at vit fara í bøn fyri menniskjum, ið ikki rúma teimum trúgvandi, ið hava eina kristna sannføring, fylgja henni og virka samsvarandi.

Somuleiðis er tað vælgerandi fyri sálina og trúarinnar gleði, at vit sum kristin rúma øllum teimum, ið hava eina aðra sannføring enn hana, ið er grundað á bøkurnar í Bíbliuni.

Í dag órógvar tað als ikki mína trúgv, at Kristi Kirkja fær mótstøðu í einum verðsligum samfelag. Tað hevur verðið soleiðis allar tíðir. Einasti munurin er, at mótstøðan kemur úr nýggjum og ymiskum sjónarhornum við skiftandi styrki. Skriftin boðar frá, at eins og Jesus var forfylgdur, nakað soleiðis vilja tey trúgvandi verða møtt við mótstøðu.

Mangastaðni í heiminum verða kristin fólk atsókn fyri trúnna á Jesus. Fleiri teirra verða pínd og sett í fangatippi. Túsundavís runt um í heiminum verða avrættað vegna trúarsakir, eisini vegna aðra trúgv enn ta kristnu sannføringina.

Samanborið við onnur lond eystanfyri og vestanfyri verður staðfest, at vit kristnu í Føroyum hava góðar umstøður. Vit kunnu tala og vitna um Jesus á almennum støðum og í almennum miðlum. Vit hava almikið at takka fyri. Vit mega umsita hesi rættindi við skili, ábyrgd og vísdómi.

Havi av Guðs náði prædikað gleðiboðskapin um Jesus í fleiri tíggjuáraskeið. Langt er ímillum tey keðiligu orðini, ið eru lisin niður yvir mín kropp. Jú, tað særdi eina løtu hjá mær, mínum og øðrum, ið halda av okkum.

Havi lagt til merkis, at virkandi kristin fólk møddust á leiðini, tí tey ístaðin fyri at lovsyngja lívsins Guði nýttu tíðina til at fara í herna móti øðrum kristnum. Hvussu tey hava tað við Guð í dag er uttan fyri mítt øki at meta um. Men eg minnist tey viðhvørt í bønum mínum.

Í øllum førum blivu tey burtur í tí kristna felagsskapinum. Júst teirra frávera er óheppin fyri trúnna hjá okkum, ið savnast um Orðið. Okkum tørvar fólk, ið skapa rørslur í vatninum. Vóni, at tey koma aftur. Vælkomin!

Vit mega biðja Guð um vísdóm, so vit nýta evnini og orkuna á rættan hátt. At átala og rættleiða onnur krevur hegni og serligan vísdóm. Tað er ein náðigáva. Vit, ið ikki fingu hesar gávurnar, mega halda okkum til tær náðigávur, ið vit fingu. Umráðandi er at halda seg á tí rók, ið gjørdist okkara kall og virkisøki.

Satt at siga er trúgvin einføld, um vit halda, at tað verðsliga samfelagið í øllum málum fer at stjórna landinum út frá kristnari hugsan. Hinvegin takka vit Guði fyri, at samfelagið ikki í smálutum stjórnar kirkjum og samkomum. Frælsi teirra kristnu gevur øðrum somu frælsu møguleikar at virka út frá teirra sannføring.

At fara eitt sindur út frá sær sjálvum og síggja onnur og uppliva tað, ið tey eiga. Tað er andaligt ríkidømi í serflokki. At síggja Jesus stóran millum onnur trúgvandi.

Eitt tað størsta mær er hent er at vera í bøn saman við fólki úr øðrum kirkjum og samkomum. Tað er frígerandi at lata meiningarnar og serlig áhugamál liggja eina løtu og saman leita inn fyri ásjón Guðs í bøn.

Vit eru mong, ið hava upplivað, at felagsbønin føðir eina ovurstóra gleði í hjørtum várum. Vit gerast glaðari og fríari. Sameind í bøn verða vit endurnýggjað við orku at virka júst har, ið vit eru sett og kallað.

Sameining í bøn styrkir og knýtir saman ymisleikan í alheims kirkjuni. Kristi likam er bæði tann staðbundna kirkjan og Kristi Kirkja um allan heimin. Saman eru vit sterk í Jesusi. Amen.

Orðið: Evangeliið eftir Matteus, kapittul 18, vers 20. “Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum (Jesu) navni, har eri eg mitt ímillum teirra.” (Matteus 18,20).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo