24. oktober er ST dagur, ársdagur hjá Sameindu Tjóðum, ið vóru settar á stovn í 1945. Í hesum sambandi skipa uttanríkistænastan í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri við Árna Snævarr, kunningarráðgeva hjá ST í Brússel um leiklutin hjá ST í 21. øld og ST heimsmálini. Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 24. oktober kl. 16.
Í ár kann ST hátíðarhalda, at tað eru 70 ár síðani, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi var samtykt. Í eini tíð har fleirlandasambond og samstarv í millumtjóðafelagsskapum stendur fyri stórum avbjóðingum, er ST farin undir eitt av størstu átøkunum hjá felagsskapinum higartil, Alheims burðardyggu menningarmálini. Hvør er og verður tí leikluturin hjá ST á altjóða pallinum í 21. øld?
Árni Snævarr er kunningarráðgevi fyri Norðurlond hjá UNRIC – United Nations Regional Information Centre for Western Europe í Brússel. Árni er íslendingur og upprunaliga tíðindamaður. Í 2002 vann hann heiðurslønina íslendsku film- og sjónvarps heiðurslønina Edda. Les meir um UNRIC á www.unric.com.
Endamálið við vitjan hansara í Føroyum er at kunna um ST samstarvið og samstundis nýta høvið at seta seg betur inn í føroysk viðurskifti.
Eftir framløguna verður skipað fyri orðaskifti og høvið verður at seta spurningar.
Móttøka verður eftir tiltakið.
Tiltakið er alment og øll er hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo