40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmaður, hevur valt avrikini hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum reyðan tráð, sum afturvendandi glóð og hugmynd fyri polittiska boðskapin, hjá hesari samgonguni.

Onki er skeivari enn tað.

Tí lítið, fyri ikki at siga onki hjá hesari samgonguni, kann samanberast við at seta sær so bjørt mál, sum at vinna olympiskt gull við treysti, vinnarahugburði og trúgv á mátt og megi.

Tvørturímóti.

Hendan samgongan er at sammeta við Ben Johnson, sprintaran, sum snýtti seg til síni heiðursmerki.

Sambandsflokkarnir eru dopaðir. Antin við danskari blóðdoping, ella hollendskum, íslendskum, ella norskum steroidum. Júst sum Ben Johnson.

Og takka verið dopingini, eru tit stjórnarberandi í dag.

Tit kappast ikki sum Sverri Sandberg Nielsen, fyri at vinna sær og fólkinum heiður.

Tit lata tykkum dopa fyri egnan vinning, og seta fólksins ognir og vald í veg.

Tit høvdu lættliga vunnið olympiskt gull í undanstøkking, og landasvikið.

Í øðrum londum, hevði slíkur atburður, slíkar skemdargerðir móti fólksins ogn og valdi kosta eitt hol í pannuna, í besta føri.

Helst í nakkan.

Her á landi ber til at breggja sær av, at svíkja vald føroya fólks, og sitandi løgmaður lata seg sláa til riddara av Dannebrog.

Má siga sum eg segði við Jenis, tá hann hartaði meg fyri ikki at taka ímóti riddarakrossinum, sum eg fekk í boði.

Fyri mær er ein krossur nóg mikið.

Fyri nøkrum árum síðani, spurdi ein sambandssinna, trúgvandi, skyldkona meg, um eg var trúgvandi.

Hóast eg ikki lýsi við tí dagliga, so er svarið ja.

Men so var eg so næskur at eg spurdi hana hví hon sum trúgvandi, ikki trúði uppá møguleikarnar vit høvdu fingið í vøggugávu, við okkara framúrskarandi landi Føroyar.

Tá hevði hon einki svar.

Í Gøtuskeggjum spyr Hákun jallur Sigmund Brestisson á sinni, hvønn trýr tú?

Og víðagitna aftursvarið hjá Sigmundi var: eg trúgvi á mátt mín og megi. Og í mínum hugaheimi, er ein vøkur samanrenning millum hesi bæði.

Trúgv og vón til dýrabæra lívið, og trúgv á mátt mín og megi.

Sum ein felags hjartasláttur at loysa úr lagdi tað uppgávu, sum gjørdist okkara. Her í norðurhøvum. Her á bergtakandi og avbjóðandi vakra og góða Føroyalandi.

Í tí dagliga lívinum er óttin ein viðbreknari og kanska sjónligari máttur, enn vónin. Eitt sindur sum 100 metur rennarin, samanborin við 10 kilometur rennaran.

Tey flestu ítróttaráhugaðu, og nógv onnur við, kenna 100 metur rennaran, men 10 kilometur rennarin fer um málstrikuna, og út í gloymibókina.

Kortini vita vit at hann er har. Sum ein tráður undurliggjandi streymur.

Soleiðis er fyri mær við óttanum og vónini.

Tað er nógv lættari í eini populistiskari atsókn at sleppa óttanum fram í ljósið, meðan vónin krevur tað drúgva uppbyggjandi vónríka seiggið, sum er tað vit byggja okkara tilveru á.

Tí eiga vit tjóðskaparfólk ikki at missa vónina. Heldur ikki um tað situr ein ræðslustjórn, sum henda.

Sjálvt ikki hendan stjórnin + korona er nóg sterk til at køva vónina. Til tess er trúgvin ov sterk.

Sigi sum Eirikur í Orminum Langa. Eirikur hugsar við sjálvum sær, Tó at tú manst tað royna, Tú tekur ikki ormin langa, Við danskari makt aleina.

Sjálvt ikki tykkara donsku riddarakrossar. Sjálvt ikki um tit royna at geva burtur fólksins rættindir til útlendingar. Sjálvt ikki tykkara sáðan av vantrúgv um okkara land og fólk. Sjálvt ikki tykkara háðan av tjóðskaparsøkini og stuðlum hennara, tekur burtur eitt dism av teirri vón og trúgv til hettar landið og fólkið her býr.

Tit kunnu eiga 100 metur teinin, og fávitskuta og óttafulla stuttskygnið.

Vit leggja okkara álit á trúnna, vónina, og 100 kilometur teinin.

Í vissuni um at vit koma á mál. Og eingin kann í longdini forða okkum í tí. Sjálvt ikki hendan samgongan.

Snøgt sagt tí at grundarlagið undir framhaldandi lívi á hesum dýrabaru oyggjum er trúgv, vón og kærleiki. Til landið, og fólkið her býr.

Frælsisleiðin er einasta leiðin, ið ber á mál hjá føroya fólki. Einasta leiðin sum elur samanhald í fólkinum.

Og einasta leiðin, sum vekir vón og vilja, mátt og megi.

Restin er fáfongd og løtuvinningur.

Tær lótirnar kunnu tit eiga fyri mær.

Til fólkið aftur talar við 10 kilometur rødd!

Tí bulurin í føroyska fólkinum er sum Sverri Sandberg Nielsen.

Samgongan er okkara Ben Johnson.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo