Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Undir herrópinum “burtur við serskipanum” hevur samgongan gjørt seg ógvusliga inn á ávísar samfelagsbólkar, meðan aðrir bólkar sleppa undan, ja, summir fáa enntá betri umstøður frá sitandi samgongu.

Serliga eru tað føroysk sjófólk sum standa fyri skotum, t.v.s. tey sum ikki eru undir serskipanum sum FAS og DIS.

Sjómannafrádrátturin, sum Fólkaflokkurin kom við síðst í 90-árunum, hevur plágað flokkarnir í sitandi samgongu, og so skjótt tey fingu møguleikan, minkaðu tey sjómannafrádráttin.

Sama er galdandi fyri sjófólk sum sigla við útlendskum fiski- og farmaskipum. Tey skulu missa allar frádráttir – frádráttir sum teirra útlendsku arbeiðsfelagar fáa.

Samstundis sum hettar hendir, samtykkja samgongutingfólk í dag uppskot frá Ruth Vang um at betra umstøðurnar hjá føroyskum sendifólkum, sum eru undir serliga góðari serskipan.

Samgongan ger ógvusligan mun á føroyingum, sum arbeiða uttanlands.

Samstundis sum sendifólk fáa skattafría útiviðbót fyri børn, vil samgongan, at tey eisini skulu fáa barnafrádrátt í skattinum – tey fáa sostatt í “posa og sekk”.

Í 2022 fekk hvørt sendifólki 56.000 kr. í løn um mánaðin umframt 15% í eftirløn. Harumframt fáa sendifólk skattafría útiviðbót, sum í ein ávísan mun er tengd at familjustøðuni (m.a. tal av børnum) hjá hvørjum einstøkum sendifólki.

Fyri at nevna eitt dømi, fekk sendimaðurin í Kina í 2022 eina skattafría útiviðbót á 46.000 kr. um mánaðin umframt frían bústað, sum kostaði føroyska skattagjaldaranum 22.200 kr. um mánaðin.

Grundgevingarnar fyri lønarviðurskiftunum hjá sendifólkum eru, at tey skulu javnsetast við tey sendifólk (norðurlendsku), tey arbeiða saman við og ímillum.

Tað er løgið at somu grundgevingar ikki eru galdandi fyri føroysk sjófólk og handverkarar, sum arbeiða uttanlands.

Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo