Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sendingin í ”Degi og viku” farna fríggjakvøld um biltúrin av Sandi til Viðareiðis festi ordiliga í kjakið. Samhaldsfesti gjørdist felagsnevnarin, men har var lítið samhaldsfesti at hóma.

Heldur var tað, ja, sjálvsøkni, ið eyðkendi kjakið og fylgjandi viðmerkingarnar á sosialu miðlunum.

Sendingin hevði í mínum eygum verið betur frágingin, um umboð fyri og ímóti brúkaragjaldi sluppu at siga sína hugsan heldur enn tvey, ið vóru samd um gjalds- og fíggingarloysnina.

Undirsjóvartunlar
Fyrimunirnir við undirsjóvartunlum eru nógvir. Ein er stytta koyritíðin. Annað er ferðslutrygdin, ið liggur í færri koyrdum kilometrum, og at eisini slepst slepst í summum førum undan hæddum við vindi, regni ella kava. Koltvísúrnisútlátið minkar. Akfarsslitið verður eisini minni. Ikki er neyðugt at finna ferðaætlanina hjá SSL fram ella at koyra kapp fyri at tryggja sær pláss umborð á einari ferju. Og so verða spardar einar 20 krónur, tí teinurin er einar 35 km styttri.

So túrurin av Sandi til Viðareiðis kostaði 140,00 annan vegin ella 35,00 krónur fyri hvønn, um 4 fólk sótu í hvørjum bili, umframt brennievni, slit o.a.

Samanbering
Um vit lótu 4 fólk av Kirkju, uttan bil sjálvandi, 4 nólsoyingar við bili og 4 suðuroyingar við bili gjørt sama túrin, hevði samhaldsfasta roknistykkið sæð eitt sindur øðrvísi út:

Tey 4 ferðandi av Kirkju høvdu skulað goldið 60,00 krónur hvør við oyggja- og bygdaleiðum, nólsoyingarnir við 1 bili skuldu rindað 91,25 krónur hvør, og suðuroyingarnir høvdu noyðst av við 137,50 krónur hvør. Harumframt rinda sum er ALLIR skattgjaldarar hallið í Sandoyar- og Eysturoyartunnlinum. Og tey, ið noyðast at koyra til og frá arbeiði, kunnu rokna sær koyripening, um eg fari ikki skeivur. Har standa longu nógvar slangur upp úr landskassanum, áðrenn samhaldsfestið fer at virka.

Gallupkanning
Sambært kanning, sum Gallup gjørdi í apríl 2022, er eingin ivi um, hvat fólkið heldur: Í meðal siga 80-90% av teimum spurdu, at brúkaragjald skal til viðlíkahald av undirsjóvartunlunum. Hetta er helst av ringum royndum, tí vegskatturin endar í stóra potti og fer til alt møguligt annað, enn hann er ætlaður til. Almenna vegakervið sær út hareftir.

Kanning vísir eisini, at nøgdin av akførum úr hvørjum einstøkum øki lá í mesta lagi um 40%, men tað er kanska broytt. Nýggjari tøl um nøgd av akførum og samlað gjald eru kærkomin.

So um fólkið verður spurt, er neyvan nakar ivi. Men tá ið politikkarar fara í sjálvsving, gloyma teir ofta, hvat teir eru settir til at gera.

Sjálvsøkni
Eitt, ið tóktist týðiligt hjá onkrum, ið talaði um samhaldsfesti, var, at tað minti mest um sjálvsøkni. Landið skuldi gjalda og ALLIR samfelagsborgarar vera við til at fíggja ballið. Byrðar verða lagdar á allar skattgjaldarar í landinum. Eingin sleppur undan.

Høgtíðin er illa nokk farin aftur um bak, og vit hava longu gloymt, at í einum av heimsins ríkastu londum sótu fólk svong ella máttu taka til takkar við olmussu. Búgva í vánaligum og dýrum íbúðum. Meðan vit onnur hugnaðu okkum við alskyns góðum mati, útvaldum drekkandi løgi, dýrum gávum osfr.

Tíðarætlan
Um vit hava ikki ráð til at byggja tunlar her og nú, eigur tað at bíða, til fíggingin er komin upp á pláss. Vit mugu ikki binda landskassan niður og gøllhalda honum har fyri at fíggja vegakervið heldur enn at hugsa um landsins borgarar.

Hava vit longu gloymt 1992 og 2008?

Finnið fíggingina, leggið eina tíðarætlan og farið undir at byggja Suðuroyartunnilin, tá ið tíðin er búgvin. Væl kann henda, at tað verður fyrr, enn vit vænta.

Vandi í allari vælferð
Henda søgan um nøgdsemi ella samhaldsfesti minnir í mínum eygum mest av øllum um søguna, sum Brøðurnir Grimm hava givið okkum. Týdd til føroyskt eitur hon: Konan í runudíkinum (á donskum: «Fiskeren og hans kone” ella «Konen i muddergrøften”). Vit eru ongantíð nøgd, men vilja alla tíðina hava meira, sama hvussu nógv vit eiga. Um tann sterkari hjálpir ikki tí veikara, tá ið á stendur, er okkurt heilt galið. Men eingin kennir eftir øllum at døma mein í annans bein.

Í dag kann eg kanska hjálpa, og í morgin er tað kanska eg, ið verði hjálptur. Var tað ikki gamal føroyskur hugburður? Gamalt føroyskt samhaldsfesti?

Lat okkum heldur tríva í sangin ”Ljós yvir landið” og standa saman. So klára vit mangt roysnisverkið.

Hans J. Hermansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo