40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a-fyrispurning frá Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, um rættin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann eitt barn fáa eftirnavnið hjá sammóður síni?
2. Kann eitt barn skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður?
3. Um svarið uppá spurningarnar er nei, ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri tingið um at broyta hetta?

Svar til spurning 1
Um eftirnøvn sigur § 7, stk. 1, í løgtingslóg um fólkanøvn (navnalógini), at eftirnavnið kann vera (1) ættarnavnið hjá faðir ella móður ella (2) eitt ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu. Sambært § 7, stk. 2, kann eftirnavnið harumframt vera fornavnið hjá faðir ella móður við -son ella -dóttir afturat.

Sambært galdandi familjurættarligu lóggávu hava sammøður rættindi og skyldur sum foreldur, sbr. § 12 b, stk. 5, í lov om børns retsstilling. Hugtakið sammóðir var ikki partur av familjurættarligu lóggávuni, tá ið navnalógin varð samtykt, og tí nevnir navnalógin ikki sammøður, tá ið hon nevnir foreldraheitini faðir og móðir. Men hóast § 7 í navnalógini ikki nevnir sammøður, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sammøður sum foreldur sambært familjurættarligu lóggávuni kunnu javnsetast við møður og fedrar í mun til endamálið við § 7, stk. 1, nr. 1, í navnalógini.

Hyggja vit í tær serligu viðmerkingarnar til § 7, stk. 1, í navnalógini, so verður har sagt, at eftirnavnið, sum foreldrini kunnu velja at geva barninum sambært ásetingini, er ”eftirnavnið, sum foreldrini bóru, ella annað av foreldrunum bar, tá ið barnið varð føtt”. Á hesum skilst, at tað ikki eru sjálv foreldraheitini faðir og móðir, men heldur foreldrastøðan, sum er avgerandi sambært ásetingini. Tá ið faðir og móðir verða nevnd, er tað, tí at hetta vóru foreldraheitini sambært familjurættarligu lóggávuni, tá ið navnalógin varð samtykt. At foreldraheitini faðir og móðir verða brúkt sum samheiti fyri foreldur, skilst eisini á ásetingini í § 7, stk. 1, nr. 2, har ið orðið foreldur verður brúkt um tað sama, sum í § 7, stk. 1, nr. 1, verður nevnt faðir og móðir.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir ikki, at lóggevarin við ásetingini í § 7, stk. 1, nr. 1, í navnalógini hevur havt í hyggju at gera avmarkingar í skaranum, sum hevur foreldrastøðu sambært familjurættarligu lóggávuni. Við tað at hugtakið sammóðir í familjurættarligu lóggávuni er javnsett við faðir og móðir við atliti at foreldrastøðu, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sammøður á allan hátt, sum er viðkomandi í mun til endamálið við navnalógini, kunnu javnsetast við møður og fedrar. Tí metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at eitt barn sambært galdandi navnalóg kann fáa ættarnavnið hjá sammóðrini sambært § 7, stk. 1, nr. 1, eitt ættarnavn, sum sammóðirin seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu, sambært § 7, stk. 1, nr. 2, og eitt eftirnavn við fornavninum hjá sammóðrini við -dóttir afturat sambært § 7, stk. 2.

Hóast tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av navnalógini, er tað sambært § 1 í navnalógini tann kirkjubókaførandi sóknarpresturin í sóknini, har ið móðirin býr, tá ið barnið verður føtt, sum er avgerðarmyndugleiki, tá ið børn fáa navn sambært navnalógini.

Svar til spurning 2
Sambært § 4, stk. 1, í løgtingslóg um fólkayvirlit (fólkayvirlitslógini) verða øll, sum hava eitt persóntal, skrásett í landsfólkayvirlitinum við teimum upplýsingum, sum nevndar eru í fylgiskjali 1 til lógina. Sambært fylgiskjali 1 verður millum annað ættarsamband millum foreldur og børn skrásett í landsfólkayvirlitinum, sbr. 8. pkt. Í klombrum stendur, at tað hjá børnum eru p-tølini hjá faðir og móður, sum skrásett verða.

Sambært galdandi familjurættarligu lóggávu hava sammøður rættindi og skyldur sum foreldur, sbr. § 12 b, stk. 5, í lov om børns retsstilling. Hugtakið sammóðir var ikki partur av familjurættarligu lóggávuni, tá ið fólkayvirlitslógin varð samtykt, og tí verða sammøður ikki nevndar í fólkayvirlitslógini. Men hóast sammøður ikki verða nevndar í 8. pkt. í fylgiskjali 1 til fólkayvirlitslógina, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at tær sum foreldur sambært familjurættarligu lóggávuni kunnu javnsetast við møður og fedrar í mun til endamálið við 8. pkt., sum er, at ættarsambandið millum foreldur og børn skal verða skrásett.

Fólkayvirlitslógin hevur sambært endamálsásetingini í § 1 m.a. til endamáls at tryggja, at Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónupplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt persóntal, og at upplýsingarnar á hóskandi hátt skulu kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum við heimilaðum áhuga.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir, at tað hevði verið greiðum í ósamsvari við tað yvirskipaða endamálið við fólkayvirlitslógini ikki at skrásett p-talið hjá eini sammóðir, tá ið ættarsambandið hjá einum barni varð skrásett.

Tað avgerandi eftir 8. pkt. í fylgiskjali 1 er ættarsambandið millum foreldur og børn. Umhvørvisog vinnumálaráðið metir ikki, at lóggevarin við at nevna foreldraheitini faðir og móðir í klombrum hevur havt í hyggju at avmarka skaran, sum hevur foreldrastøðu sambært familjurættarligu lóggávuni. Við tað at hugtakið sammóðir í familjurættarligu lóggávuni er javnsett við faðir og móðir við atliti at foreldrastøðu, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sammøður á allan hátt, sum er viðkomandi í mun til endamálið við fólkayvirlitslógini, kunnu javnsetast við møður og fedrar.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir tí, at p-talið hjá sammóðrini eigur at verða skrásett í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, tá ið ættarsambandið hjá einum barni verður skrásett sambært 8. pkt. í fylgiskjali 1.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 15. august 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo