Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein hin mest avlagaða og óseriøsa oddagrein Sosialurin enn hevur borðreitt við, er í dag at lesa á in.fo. Oddagreinin er enntá skrivað á morni kl. 06:04 og langt innan sjálvur Fanin er komin undan dýnuni?

Slík ógvuslig skriving var annars sjáldsom tann tíð Dagblaðið og redaktørurin Óli Brekmann sat við penninum. Tindasvín (russiskir trolarar) lósu vit nógv um, men at sjálvt eitt sonevnt "socialdemokratisk" blað kann seta slíka óndsinnaða grein í blaðið, enntá sum oddagrein, sigur so mikið at har allarhelst eru komnar rottur á "loftið" hjá greinaskrivaranum.

Kann verða hann einki skorðaði frá náttarlívinum, drakk ov nógv ella bara hevði havgron... og so skuldi Putin hava toyggið afturfyri.

Ein Fólkaflokksmaður, ið hevur bæði bein á jørðini, dugdi annars ikki at síggja hví vit skuldu útihýsa russum....."teir hava aldrin gjørt okkum nakrar ónaðir".

At ein socialdemokratiskur miðil..... verndarflokkur arbeiðsmanna, sigst, ikki megnar at síggja mun á lorti og kaneli, boðar ikki frá góðum. Mon føroyski Javnaðarflokkurin sendi samkensluskriv til Kiev tá øll leiðslan í fakfelagsrørslu var avrættað í einum fundarhøli????.... ikki av Putin, men av einaræðisharranum Zelinsky??? Nei nei... her ber heilt av. Javnaðarflokksins miðil er opinbart blivin enn verri enn nakar kundi varnast, og hevur yvirhálað søguliga Dagblaðið í høgru síðu. Við slíkari oddagrein verður Óli so at siga "arbeiðsleysur"... Socialurin tók yvir gamla og farna "kommunistaspøkilsi" og er farin í vinarlag og samstarv við eitt einaræðisstýri har bert ein flokkur er loyvdur...Nakað í stíl við Musolini, Franco og Pinoche....gomlu fascistanar.

Tja, danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, sonevndur "socialistur" og enntá "demokratur" heldur seg t.d. ikki frá at fara á vinarvitjan í apartheidskipaða og hersetta landinum Palestina. Mon greinaskrivarin hjá Sosialinum er vitandi um, at bert í ár...10 mánaðir av árinum, eru upp móti 80 smábørn í aldri fra 3 til 15 ár skotin og avrættað av okkara, smb. Jenisi av Rana, bestu vinum. Segði nakar vernd av ófødda barninum? Tað kann væl gera tað sama tá hesi verða avrættað nøkur ár seinri.

Vónandi kann óhugnaliga oddagreinin stuðla undir, og just vísa, at umboð Javnaðarflokksins, ið so ovurfegin vilja sleppa innan í hitan hjá "drotning" teirra, Mette Frederiksen, hava slept øllum sum kemur í nánd av samhaldsfestni, brøðralag og javnrættindi... fyri ikki at tala um "socialismu"...... og at veljarin...til "skræk og advarsel" við føroyska Zelinsky, demagoginum og skemtaranum Sjúrður Skaale, á odda.... velja umboð frá einhvørjum øðrum flokki enn just Javnaðarflokkinum og so sjálvandi Miðflokkinum. Hesir umboða ikki fólkaræðishugsjónir, men heilt vanligt og kendt einaræði...og slíkt hevur púrt einki við føroyska mentan ella fólkaræði at gera.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo