Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókmentafelagið Varðin: Føroyskir ættargranskarar og øll tey, sum hava ættarbond til Sandoynna, Skúgvi og Stóru Dímun, hava nógv at fegnast um, tí í dag kemur út Sandoyar kirkjubók fyri árini 1719-1892.

Bókin verður løgd fram í bókasavninum heima á Sandi mikukvøldið 19. juli 2023 klokkan sjey. Har ber til at síggja hvørji børn eru fødd í hesum tíðarskeiði, nær tey eru doypt og hvørjar gubbar og gummur tey høvdu, nær tey eru fermd, nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð. Alt hetta hava prestarnir í Todnesi sitið og skrivað við fjaðrarpenni eins og allir aðrir prestar í Føroyum hava gjørt. Men meðan summar av kirkjubókunum ikki eru varðveittar fyri øll árini, er øll sandoyarbókin til síðan 1719, og er væl førd. Harumframt hevur Hentze próstur skrivað so ómetaliga nógv, sum eingin annar prestur hevur fest á blað. Eitt nú hevur hann skrivað hvørji vóru til altars. Hann hevur skrivað hvørji embætisbrøv hann hevur fingið og við hvørjum skipi tey eru komin, og við hvørjum skipi hann sendi brøv avstað. Hann skuldi kunngera lógir, og skrivaði upp hvørjar tær vóru og nær tær vóru kunngjørdar samkomuni. Hetta og nógv annað ger Sandoyar kirkjubók til eitt tað mætasta keldusavn til Føroya søgu. Allir føroyskir søgumenn hava vitað um hetta, og nú ber til hjá teimum at troyta hesa keldu, sum higartil hevur verið ring at fingið nakað burturúr tí hon var skrivað við gamlari skrift sum fá duga at lesa longur.

Tann sum hevur gjørt tað bragd at fingið hetta verk atkomuligt er Johan Guttorm Mikkelsen, sum fyri nøkrum árum síðani fór í holt við at skriva av allar tær varðveittu kirkjubøkurnar. Hetta var honum til dagdvølju, men so kom samstarv í lag millum hann og bókmentafelagið Varðan, sum var hugað at geva Føroya fólki møguleika fyri at síggja sína slekt nú mentanarrritið Varðin fylti hundrað ár. Semja var um, at tilfarið mátti prentast, tí annars var eingin trygd fyri at alt var rætt, og at hava leitorðalista so tað bar til at finna fram til nøvn, bæði fólka- og staðarnøvn.

Fyri trimum árum síðani, 7. juli 2020, komu tey fyrstu tvey bindini, og tey vóru um Eysturoynna. Orsøkin til at støðgað verður við 1892 er, at tá komu nýggjar bøkur. Nú Sandoyggin er komin er Suðurstreymoy eftir fyri árini 1852-92. Tá fer at bera til at finna skyldfólk um allar Føroyar og tað fer at bera til at skriva bygdarsøgur á haldgóðum grundarlagi.

Bókmentafelagið Varðin skal takka øllum teimum, sum hava hjálpt okkum við hesi verkætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo