Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár 8. februar 2024 høvdu vit fornemma vitjan av “Tavuni” úr Leirvík.

Virkið fylti 30 ár og vóru tey 28 fólk í tali, sum vóru farin starvsfólkaferð í hesum sambandi.

Finnleif Fagradal var sjálvur sjaffør í einum av sínum bussum .

Jóhan Magnus og Ingvard vóru í hópinum, jú, hetta vóru sera fyrikomandi fólk.

Eg sjálvur saman við kunningarleiðaranum Fridu Poulsen greiddi teimum frá søguni hjá Skopun.

Har var nokk at taka av, líka frá skjútstíðini til Sandoyartunnilin.

Tá eg helt meg hava tosað nokk, fóru vit úr neystinum, sum eg sjálvur meini er ein perla, og uppá, har Visit Skopun við Fridu Poulsen, heldur til.

Fíggjarleiðarin hjá Skopunar Kommunu Irdi Mittelstein hevði gjørt tað hugnaligt og borðreiddi við heitari súpan.

Jú, í sannheit er Sandoyggin nógv broytt síðan tunnilin lat upp, nógv fólk vitja okkum og eg fari ofta út í Neystið at reypa eitt sindur.

Hesi fólkini frá Tavuni fóru eisini til grannabygdirnar Sand og Skálavík.

Fyriskiparin av túrinum var Johan Mortensen, fiskaútflytari.

Heilsan
Gerhard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo