Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Gjaldstovan: Hóast næmingar og lærarar eru farnir í summarferiu, er nógv virksemi á skúlunum í Sandoynni.

Meginskúlin er saman við Skopunar og Sands skúla millum fyrstu skúlarnar í Føroyum at gerast partur av Skúlaneti.

Skúlarnir í Sandoynni eru sostatt fyrstu skúlarnir í landinum, ið eru væl á veg at lúka nýggju høgu krøvini um KT-trygd og dátuvernd. KT er ein týðandi partur av undirvísingarøkinum, og krøvini til trygdina hjá næmingum, starvsfólkum og skipanum eru nýliga nógv herd. Hetta kann gerast ein tíðarkrevjandi uppgáva at lyfta fyri undirvísingarstovnar. Við at veita KT-uppgávurnar út til Skúlanet, kann tíð og orka áhaldandi brúkast til at hugsavna seg um næmingar og undirvísing.

Í hesum døgum eru starvsfólk frá Gjaldstovuni, sum umsitir Skúlanet, runt á skúlunum á Sandoynni og seta upp útgerð. Umframt KT-trygd fáa teir 134 næmingarnir og 26 starvsfólkini eisini fyrstafloks netsamband og KT-búnað.

Skálavíkar, Sørvágs, Sjóvar kommuna og Vinnuháskúlin hava eisini gjørt avtalu um at gerast partur av Skúlaneti, og aðrar kommunur runt landið vísa eisini tænastuni stóran áhuga.

Skúlanet er partur av landsfevnandi verkætlan hjá Undirvísingarstýrinum, sum samskipar KT-tænastur og veitingar á undirvísingarstovnum í landinum. Gjaldstovan umsitur Skúlanet.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo