

Løgmaður segði nógv gott í sínu røðu Ólavsøkudag, millum annað, at nú skuldi kríggið við Ísrael halda uppat.
Er tað nakar sum vil steðga krígnum, so er tað Ísrael, og tað er einfalt, at lata allar gíslarnar heim aftur, eisini líkini, sum tey flestu eru, dripin og hungraði av HAMAS. HAMAS er orsøkin í øllum stríðnum.
Kringvarpið nevnir næstan ikki HAMAS, bara Ísrael sum er skuldin í øllum, eisini hungursneyðini í Gaza. Í Gaza er so nógvur matur, men hesin stendur í tonsatalið á parkeringsplássum, óútpakkað, tí ST sum arbeiðir við HAMAS (ja tit lósu rætt, ”ST”) vil ikki deila matin út.
Hví?
HAMAS hevur stolið allan neyðhjálp sum er koyrd inn í Gaza, síðani kríggið byrjaði, selt allan matin og medisin og annað fyri dýran prís til fólkið í Gaza og onnur fyri at fíggja sítt egna forbrúk og ikki minst til vápn.
Í seinastuni hevur IDF, verjuherurin í Ísrael sjálvt deilt matin út til fólkið, gratis sjálvandi, og noyddust IDF at verja fólkið í Gaza at vera skotið av HAMAS, ikki óvugt, sum Kringvarpið fortelur okkum, tí nú er HAMAS rasandi, teir sleppa ikki at selja matin og medisin.
Teir eru líkaglaðir um teirra fólk doyr, HAMAS hevur selt alla neyðhjálpina sum verður koyrd inn í Gaza fyri milliónir!
Tað nógva av allari hesari neyðhjálp kemur direkta frá Ísrael og sjálvandi øðrum eisini.
ÍSRAEL ER IKKI SYNDARIN Í HESUM KRÍGNUM, MEN HAMAS, við nógvari hjálp frá Iran.
Ein áminning til journalistar í Kringvarpinum: Kannið tíðindini tit bera út til okkara fólk, tað ljóðar sum tíðindini tit bera út um kríggið í Gaza koma frá Al-Jazera, sum fær tíðindini frá HAMAS.
Ynska tit at vita og síggja meira, far inn á imshin GAZA ella imshin Twitter.
Asta K. Vágadal Joensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo