Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FSN: Tann 4. mars 2022 handaðu partarnir sáttmálakrøvini í Vinnuhúsinum, nakrir fundir hava verði, men tað serliga hesaferð er, at manningarfeløgini eru ikki í felagssamráðingum.

- Tó skal sigast, at nøkur av punktunum hjá manningarfeløgunum líktust so mikið nóg, at ein roynd var at samanskriva hesi fáu krøv, men uttan úrslit. Eftir hetta fóru partarnir aftur til egnar samráðingar, sigur FSN.

- Í dag 30.03.2022 kl 10:00 hittust partarnir aftur í Vinnuhúsinum, men einki kom burtur úr. Kl 14:00 í dag var ein felagsfundur millum Manningarfeløgini og FR í í Vinnuhúsinum, hetta fyri at taka saman um samráðingarnar.

Føroya Reiðarafelag kom til ta niðurstøðu, sum støðan var, so vildu teir boðsenda semingsstovnin inn.

- Semingsstovnurin kom beinanvegin, og sum vannligt er, so verður oftani ein sáttmáli framlongdur, men til hetta svaraði Føroya Skipara og Navigatørfelag, og sum einasta felag nei til at framleingja sáttmálan.

- Sáttmálin gongur út á midnátt hóskvøldið 1. apríl. Møguligani framleingir semingsstovnurin sáttmálan í eina viku, og tað er tað hann hevur loyvi til.

- Føroya Skipara og Navigatørfelag hevur avtalað fund við semingssstovnin fríggjamorgunin kl 10:30 í FSN, verður sagt á heimasíðuni hjá FSN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo