Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin er í summarhýri og kunnger í dag seks sangarar, sum skulu spæla á festivalinum í august.

Tey seks eru: Guðrun Sólja Jacobsen, Ingi Poulsen, Ólavur á Váli Olsen, Ingibjørg Hansen, Sámal Ravnsfjall og Kim Hansen

Guðrun Sólja Jacobsen vann øll hjørtu, tá ið hon í 2003 vann sangkappingina Stjerne for en aften, sum Danmarks Radio skipaði fyri. 15 ár seinni er Guðrun Sólja aftur búsitandi í Føroyum, her hon serliga fæst við sangfrálæru. Hon framførir eisini javnan til ymisk tiltøk, og nú kemur hon á Summar Festivalin at syngja.

Dugnaligi countrysangarin Ólavur á Váli Olsen hevur sungið og spælt alment í nógv ár, og í fjør gav hann sína fyrstu útgávu út. Ólavur syngur countrysangir, andaligar sangir og fosturlandssangir, og hann syngur á bæði enskum og føroyskum máli.

Sámal Ravnsfjall er av mest royndu føroysku tónleikarunum. Hann hevur spælt í bólkum, og hann hevur havt óteljandi framførslur sum solistur. Sámal hevur spælt á mest sum hvørjum tanga, og eisini í útlandinum hevur hann ferðast sum tónleikari.

Ingibjørg Hansen úr Mikladali er ein sera evnarík songkvinna, sum hevur verið við á Summar Festivalinum nakrar ferðir. Hennara framførslur hava verið hugtakandi, og í miðdeplinum er tann framúr góða røddin hjá ungu kvinnuni.

Nólsoyingurin Kim Hansen er millum størstu profilarnar í føroyskum tónleiki. Dugnaligi klaverspælarin og sangarin hevur framført nógv sum solistur og í skiftandi bólkum. Hann er ein av teimum, sum fær alt at rigga og dugir at lofta løtum og tiltøkum.

Ungi vágbingurin Ingi Poulsen hevur við sínum fangandi sangum og eyðkendu suðuroyarrødd sungið seg út millum føroyingar. Sangurin »Tann fittasta« gjørdist risahitt, og í hesum døgum verður sangurin »Tá ið eg síggi teg« nógv spældur.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Á midnátt hóskvøldið hækkar prísurin á vikuskiftispassum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo