Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mánadagin 6. november fara seks ungir føroyskir tónleikarar til London at luttaka í stóru, altjóða verkætlanini On Mass, sum the Roundhouse í London skipar fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið og mentanarstovnar í India, Palestina, Brasil.

Í eina viku fara 180 ungir tónleikarar og sirkusartistar at skapa tónleik og list saman undir leiðslu av yrkislistafólki og við íblástri úr øllum londunum. Vikan endar við eini stórfingnari framførslu í The Roundhouse (sum tekur 1700 fólk), har hesi ungu gávuríku listafólkini fara at framføra saman við heimskendu, Grammy-vinnandi sangarinnuni Angélique Kidjo. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.

Framførslan verður sunnudagin 12. november kl 19.30 og kann stroymast live á heimasíðuni hjá The Roundhouse (www.roundhouse.org.uk)

Tey seks, sum verða við úr Føroyum eru: Rasmus Vigant Samuelsen, Guðrið Patursson, Annika Malunardóttir, Beinir Troest Rasmussen, Eivin Dam Simonsen og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.

Bank Nordik, sum er høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum, hevur stuðlað ferðini hjá ungu føroysku tónleikarunum.

Lesið meira um tiltakið - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo