40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fyrrapartin varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Tiskil verður einki verkbann, og flúgvingin hjá Atlantsflog heldur fram sum vant.

Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag bæði góðtikið triðja semingsuppskotið, sum semingsmaðurin legði fyri partarnar fríggjadagin 28. apríl, og skrivaðu partarnir í dag mánadagin 1. Mai undir semju á skrivstovuni hjá semingsmanninum. Flogskiparafelagið sendi semingsuppskotið til uratkvøðu millum limirnar, og ein stórur meiriluti tók undir við uppskotinum.

Semjan hevur við sær, at sáttmálin, sum fór úr gildi 1. apríl 2023 verður endurnýggjaður við ávísum broytingum. Nýggi sáttmálin verður galdandi frá 1. apríl 2023 til 31. Mars 2025, tó at summar broytingar í sáttmálanum fáa gildi 1. November 2023.

Sum partur av semjuni hækkar lønin 1. apríl 2023 við 3,8% og 1. apríl 2024 við 4,04%. Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo