40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. maj 2023 til 1. maj 2025.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækkað soleiðis:

  • Garver 1. maj 2023 hækkar lønin við 3,80%
  • Garver 1. maj 2024 hækkar lønin 4,04%

Harumframt er nýggj ásetingin komin inn í sáttmálan sum sigur, at fastlønt hava rætt til at keypa eina viku frí um árið. Kostnaðurin av eini viku er 2,24% av árslønini, og kostnaðurin av einum frídegi er 0,45% av árslønini. Lønin í lønartalvuni er framvegis fyri 5 vikur feriu, og ynskja starvsfólk at keypa eina eyka fríviku, verður hetta avroknað sum nevnt omanfyri. Til dømis kann mánaðarlønin lækka tilsvarandi ella verður vikan avroknað, tá frítíðin verður hildin.

Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. maj 2022.

Sáttmáli og lønartalvur verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo