Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í morgun kinesiska varahandilsmálaráðharran, Ling Ji. Fundurin var á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn.

Tá ið Høgni Hoydal vitjaði í Beijing í oktobur í fjør, hitti hann eisini Ling Ji. Tá varð avrátt, at farast skuldi undir at fyrireika neyðugu stigini til formligt samskifti um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina. Fundurin fyrrapartin hevði til endamáls at tryggja framgongd í fyrireikingunum, og umrøða tættari búskaparligt samstarv millum londini.

Áhugi er á báðum síðum fyri at økja um samhandilin. Umframt fríari marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur í Kina, varð komið inn á tørvin á samstarvi um grøna orkuskiftið og møguleikarnar hjá veitingar- og tænastuvinnum á kinesiska marknaðinum.

Semja er um at halda fram við fyrireikandi ráðføringunum um ein fríhandilssáttmála millum Kina og Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo