Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Akademikarafelag Føroya: Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelag Føroya eru samd um ein leist fyri setanarsáttmála til starvsfólk innan virkisøkið hjá Akademikarafelag Føroya á privata arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir mæla limum hjá feløgunum til at nýta avtalaða leistin hereftir. Hetta er eitt stórt framstig og tryggjar limum okkara tryggari og meira skipað setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum.

Talið av akademikarum á privata arbeiðsmarknaðinum hevur verið vaksandi seinnu árini, og alsamt fleiri limir hjá tí privata venda sær til Akademikarafelagið við spurningum og tørvi á ráðgeving um setanarviðurskifti.

Eisini venda privatir arbeiðsgevarar sær til felagið við fyrispurningum um, hvussu akademikarar eiga at setast.

Endamálið við avtaluni um setanarleist er at hava ein skipaðan leist fyri setanarsáttmálar, sum tryggjar gjøgnumskygni, og at setanarsáttmálar eru í trá við galdandi lóggávu, og at setanarviðursskifti eru samberilig við setanarviðurskifti hjá akademikarum á almenna arbeiðsmarknaðinum.     

Leisturin til setanarsáttmála liggur á heimasíðuni www.akf.fo undir evninum sáttmálar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo