Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fíggjarmálaráðið: Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar Føroya og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið. Semjan byggir á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8% og næsta árið er 4,04%. Triðja árið verður tað sama sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum. Hetta er ein høvuðsavtala, sum er ein yvirornað avtala, sum skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

- Nýggja semjan við Yngri Læknar Føroya er góð, og tað er gott, at semjan røkkur longri enn tvey ár fram. Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum og koma víðari við lønarsamráðingunum. Men tað, sum eg eri serliga glað fyri við hesi semju, er, at partarnir eru samdir um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo