40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Í dag hava landsstýrisfólkini í barna- og útbúgvingarmálum, almanna- og mentamálum, heilsumálum og løgmálum, saman við formansskapinum í Kommunufelagnum, undirskrivað semjuskjal um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum.

Málið er at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung.

Partarnir í semjuskjalinum eru samdir í, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum, og fyri at vit hava eitt barnavinarligt samfelag.

Fyribyrgjandi átøk og heilsufremandi tiltøk mugu eisini verða partar í tilgongdini fyri at røkka málinum.

Farið verður undir eina verkætlan við støði i eini verkætlanarlýsing, sum partarnir skulu góðkenna. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur leiðsluna av verkætlanini, og øll virkisøkini luttaka virkið í arbeiðinum og við øllum neyðugum upplýsingum.

Málið er at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu  pørtunum og at virka í felag fyri, at tænasturnar verða sameindar og samskipaðar, fyri at røkka einum so góðum úrsliti sum møguligt.

Visiónin er, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar, sum tey mennast og mentast í, til tess at tey blíva heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelagi, har øll trívast.

Tinganes, 28. mars 2023

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

 

 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður

Løgmálaráðið

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Almanna- og mentamálaráðið

 

 

Torbjørn Jacobsen, formaður

Kommunufelagið

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Heilsumálaráðið

 

 

 

Heðin Mortensen, næstformaður

Kommunufelagið

 

Semjuskjalið kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo