40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Sendistovan er føroyskt designbureau, og vit hava bert eitt endamál: At skapa meirvirði gjøgnum design.

Soleiðis lýsir fyritøkan Sendistovan við heimstaði í Havn seg sjálva, og sigast má, at henda strategiin hevur roynst væl, tí ár eftir ár hevur tað eydnast at vísa á betri úrslit á botnlinjuni.

Og árið í fjør gjørdist heilt framúr í so máta. Tí nærum 4,6 mió kr lógu eftir til eigararnar tá gjørt var upp. Hetta talið skal samanberast við 2,2 mió kr árið frammanundan.

Fíggjarstøðan javnvigar við smáum 13 mió kr, harav 1,2 mió kr er eginogn. Tað kann tykjast lítið, men stendst av, at Sendistovan rindar eigarunum tað mesta av úrslitinum í vinningsbýti. Tað gevur góða meining, tí talan er um eina fyritøku við lítlum tørvi á einum stórum kapitalapparati - tilfeingið er fyrst og fremst kreativu evnini hjá starvsfólkunum.

Starvsfólkaútreiðslurnar vuksu - sum tær einastu fyriuttan skattin - úr 8,5 mió kr fyrraárið í 9,7 mió kr í fjør.

Niels Arge Galán er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo