Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Í dag byrjaðu kollfirðingar tíðliga við morgunmati við bátahylin frá klokkan 8. So var morgunsvimjing á Sjóvarsandi, har ung sum eldri luttóku.

Klokan 10 var farið undir súkklingina. Byrjað var við bátahylin og súkklað var eitt hálvt marathon. Borgarstjórin luttók aftur hesaferð í súkklingini. Onkur metti, at her luttóku eini 400 fólk.

Annars er listaframsýning við lokalum listafólkum í skúlanum, ríðifelagið Dalaross skipar fyri ponyríðing við bátahylin og sølumarknaður er eisini í tjaldinum við bátahylin.

Ein rúgva av øðrum størri og smærri tiltøkum er í bygdini. Klokkan 16 er togtogan millum býlingar, kl 18 er hondbóltur KÍF og H71 og kl 20 er KÍF kappróður.

Síggj fleiri myndir frá tiltakinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo