40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Gongd í haga

Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at finna eina semju millum partarnar um gongd í haga?

2. Nær kann væntast, at ein semja verður til taks, og at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið?

3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?

4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa málinum um at skipa gongd í haga?

Viðmerkingar:
Málið um gongd í haga hevur fylt nógv í orðaskiftinum, og tað er av størsta týdningi, at málið sum skjótast verður loyst. Samgongan hevur havt sum aðalmál, at semja skal finnast millum allar avvarðandi partar. Sum skilst, er tað sera torført at finna eina semju og tískil er tørvur á at fáa at vita, hvar málið liggur nú, og um tað eru útlit fyri, at semja kann finnast.

Á Løgtingi, 31. mars 2022
Eyðdis Hartmann Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo