40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ivasamt um tað var ein bilbumba sum brast á brúnni ímillum Russland og Krim hálvoynna tíðliga í morgun.

Tað heldur í øllum førum Peter Hald, verkfrøðingur og evnafrøðingur sum starvast við lærda háskúlan í Aarhus.

- Tað skal sera nógv spreingievni til at gera so stóran skaða. Kanska eitt tons ella meira, sigur hann og heldur, at helst hevur ein rakett rakt brúnna, tí neyvan hevur eftirlitið hjá russum við brúnni loyvt einum bili við so stórum nøgdum av spreingievni at sleppa ígjøgnum.

Brúgvin ímillum Krim og Russland hevur sera stóran týdning fyri russisku krígsførsluna í Ukraina, tí ein stórur partur av veitingunum til herin kemur eftir brúnni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo