Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Carsten Hvid Larsen - Mynd: incento.com

Carsten Hvid Larsen - Mynd: incento.com

Carsten Hvid Larsen - Mynd: incento.com

FSF: Tað verður danin, Carsten Hvid Larsen, ið kemur at undirvísa, tá Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin 13. mai frá klokkan 09:00 til 16:00 skipar fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði.

Innan sálarfrøði hevur Carsten Hvid Larsen drúgvar royndir í fótbóltsumhvørvinum, og hann hevur seinnu árini virkað fyri at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu í talentmenning og úrvalsítrótti, bæði í Danmark og á altjóða fótbóltsakademium.

Carsten Hvid Larsen starvast sum lektari á granskingareindini LETS á Syddansk Universitet, og hevur harafturat tilknýti til FC Nordsjælland, og varð í vikuni settur í starv hjá DBU. Hjá danska fótbóltssambandinum kemur Carsten Hvid Larsen at hava ábyrgdina av fótbóltssálarfrøðini hjá øllum landsliðunum hjá Danmark.

Impulsskeiðið við Carsten Hvid Larsen er ætlað venjarum við UEFA A- ella UEFA B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum. Venjarar, sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár, taka eisini lut á skeiðnum.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 2. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo