Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri.fo: Sethúsaprísirnir hækkaðu eitt vet í 2. ársfjóðingi í ár samanborið við 1. ársfjórðing.

Í 2. ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 mió. krónur, og í Eysturoynni 2,4 mió. krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 mió. krónur.

Miðalprísurin fyri fyrra hálvár 2023 var ávíkavist 3,8 og 2,2 mió. krónur í Tórshavn og Eysturoynni. Miðalprísurin fyri alt landið var 2,5 mió. krónur.

Hóast miðalprísurin 2. ársfjórðing í ár er hækkaður eitt vet, so er miðalprísurin higartil í 2023 áleið tann sami, sum miðalprísurin fyri 2022.

Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum: ”Vit høvdu væntað príslækkingar og færri sølur í 2. ársfjórðingi, men enn síggja vit ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum. Vit síggja samstundis, at lutfalsliga fleiri bústaðir vórðu seldir í høvuðsstaðarøkinum í mun til aðrastaðnis í landinum, men tað er ikki vist, at tað heldur fram.”

##med2##

Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt sethúsalán.

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávíkavist 37 og 21%. Fyri allar Føroyar var hon í miðal 25%.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávíkavist 43 og 23%. Fyri allar Føroyar er hon í miðal 27%.

Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 6%-stig tyngri, og í Eysturoynni og í miðal fyri alt landið er hon vorðin 2%-stig tyngri.

Hóast miðalprísurin higartil í ár ikki er broyttur tað stóra samanborið við í fjør, er bústaðarbyrðan vorðin tyngri, tí rentan er hækkað. Harumframt er rentan hækkað tvær ferðir í 3. ársfjórðingi í ár, og tí kann væntast, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri. Skal bústaðarbyrðan lætna er neyðugt, at tøka inntøkan hækkar ella miðalprísirnir lækka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo