Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetur Føroya: Fróðskaparsetur Føroya sær sum undirvísingar- og granskingarstovnur ein stóran tørv á at taka ábyrgd av at kunna almenningin um virksemið á stovninum. Hetta gevur samstundis almenninginum møguleika til at spyrja nærri um evnið og at kjakast meira um hetta sama. Tí taka vit nú táttin við Seturskjakið uppaftur. Komandi hóskvøld 4. oktober verður evnið:

Kropslig venjing sum viðgerðarháttur

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um vald evnir sum síðani vera viðgjørd við eitt pallborð, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka.

Framløgurnar hetta kvøldið hava Magni Mohr um "Kropslig venjing sum viðgerðarháttur" og Amanda Vang um "Exercise, microbiote and inflammation". Pallborðið manna Magni Mohr, Guðrun Zakariassen, kommunulækni, og ein politikari. Kjakið verður stýrt av orðstýrara, sum til hetta tiltakið er Óluva Zachariassen, tíðindakvinna.

Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og øll eru vælkomin á gátt hóskvøldið 4. oktober. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo