Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vindfelagið í Húsahaga, sum er dóttirfelag hjá SEV, hevur sambært seinasta ársroknskapi selt góðar 40 Giga Watt tímar av streymi til SEV, hóast felagið ikki framleiddi meira enn slakar 33 GWt.

Nettosølan hjá felagnum í fjør var 13,6 mió kr, og úrslitið eftir skatt var hall uppá 58.000 kr.

Vindfelagið í Húsahaga, sum altso er dóttirfelag hjá SEV, vann útboðið í kapping við aðrar veitarar, og tað eru greiðar reglur fyri, hvussu streymurin, sum kemur frá myllunum, skal avroknast við SEV. Eitt nú hevur SEV bundið seg til at keypa alla framleiðslu, sum felagið er ført fyri at framleiða, sjálvt um SEV av einihvørjari orsøk ikki fær tikið ímóti.

Hinvegin hevur vindmyllufelagið ikki krav uppá, at SEV keypir streym, sum vindmyllufelagið ikki leverar.

Í roknskapinum fyri 2019 sæst, at SEV hevur keypt stívliga 40 GWt av streymi frá Vindfelagnum í Húsahaga, hóast framleiðslan einans var 32,9 GWt.

Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni upplýsir fyri VP, at Umhvørvisstovan er í samskifti við SEV um hetta, og at SEV hevur fingið freist til 21. mai at greiða nærri frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo