Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tosið um, at IRF og KOB skulu leggja saman, leiðir tankarnar aftur til tíðina tá kommunurnar arbeiddu við at stovna SEV.

Í 1996 hátíðarhelt SEV 50-ára føðingardag, og í tí sambandi gav SEV út bókina ”Ljós yvir landið”.

Eg havi viðheft nøkur brot úr bókini, frá tíðini – áðrenn stovnan av SEV, til Tórshavnar kommuna gjørdist limur í felagsskapinum, 01.Apríl 1960.

Havnarmenn í Vestmanna
Ein hásummarsdag 1939 komu seks umboðsmenn fyri Tórshavnar Býráð til Vestmannar at tingast við sóknarstýrið um at byggja elverk við Fossá.

Sum sakkønur fyri býráðið møtti elverkstjórin Christian Bach. Sóknarstýrið var fullmannað, og sum sakkønur hjá vestmenningum møtti Harry Fonsdal.

Gunnar Dahl-Olsen greiddi seinni frá, at tað fyrsta, Christian Bach legði fram á fundinum, var at útbyggja Kaldbaksvatn. Tórshavnar Kommuna hevði sagt frá, at hon kundi ikki geva endaliga tilsøgn um at binda seg til elverk norðuri á oynni.

Grundirnar vóru tvær. Onnur var kanningarnar, sum gjørdar vóru við Kaldbaksvatn, og hin var tær ótryggu tíðirnar, sum stóðu fyri durum.

Men so skjótt viðurskiftini vórðu greiðari, ætlaði býráðið at taka støðu til spurningin, segði Havnar Kommuna.

Eftir seinna heimsbardaga var ikki ivi millum føroyingar um, at nú skuldu Føroyar elektrificerast. Kortini tók tað aftur sína tíð at fáa tað stóra elektricitetsverkið í Fossá í Vestmanna frá hondini.

Nú hevði tað sítt at siga, at Tórshavnar Kommuna framvegis ikki vildi ganga saman við hinum kommununum og í felagsskapi við tær byggja vatnorkuna út.

Havnar Kommuna vildi heldur byggja nýtt motorverk til sín sjálvs, men játtaði at keypa streym frá tí stóra verkinum, kundi hon fáa hann bíligari har. Tað hevði alstóran, fyri ikki at siga avgerandi, týdning fyri ta stóru ætlanina, at roknast kundi við sambandi við Havnina.

Stovningarfundur í Havn
Umboðsmenn fyri 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum komu 1. oktober 1946 saman at stovna millumkommunala elektricitetsfelagið SEV, sum hevði til endamáls at útbyggja Fossá í Vestmanna.

Umboð fyri hesar kommunur møttu til fundin: Oyndarfjarðar Kommuna , Fuglafjarðar Kommuna , Lorvíkar Kommuna , Gøtu Kommuna , Nes Kommuna , Sunda Kommuna , Eiðis Kommuna , Funnings Kommuna , Haldórsvíkar Kommuna , Saksunnar Kommuna , Hvalvíkar Kommuna , Vestmanna Kommuna , Kaldbaks Kommuna ,Tórshavnar Uttanbýggja Kommuna (Argir), Kirkjubøar Kommuna , Sandavágs Kommuna , Miðvágs Kommuna , Sørvágs Kommuna  og Bíggjar Kommuna.

Fyrsta grein segði, at SEV var eitt interkommunalt felag, hvørs endamál var at fáa til vega elektriska megi til fólk, sum búði í Vágum, Streymoy og Eysturoy, og heimstaður felagsins var Vestmanna.

Skjótt varð ásannað, at ongin bygd í Føroyum kundi vera hendan hentleikan fyriuttan, og politiskt var semja um, at øll áttu at fáa elektriskan streym til nýtslu fyri sama prís - antin hann kom frá vatnorkuverkum ella motorum.

Hetta elvdi aftur til tingingar um, at allar kommunur í landinum fóru uppí SEV, og í 1963 var semja um, at felagsskapurin skuldi víðkast til at fevna um allar landsins kommunur, sum vildu, at taka tøkini - og tey vóru bæði mong og tung.

Allar súður vóru kortini ikki syftar. Í Tórshavnar Býráð vildu teir hava tveir limir í SEV-stýrið, skuldu teir fara upp í felagið. Hetta krav kom fyri í SEV 30.

november 1959.

Gunnar Dahl-Olsen, Jóan Pauli Gregersen, D.P. Danielsen, Jens Chr. Olsen og Klæmint Eliasen mæltu allir til at taka Tórshavnar Kommunu upp sum lim og lata Havnini tveir stýrislimir, ið komu aftrat teimum sjey, sum vóru frammanundan. 25 vóru fyri, ein ímóti og ein atkvøða var blonk.

Havnin fekk limaskap í SEV 1. apríl 1960, og 2. mai var val av tveimum stýrislimum fyri Havnina á skránni. Jóan Pauli Gregersen og Gunnar Dahl-Olsen buðu umboðsmonnunum fyri Havnina vælkomnar í SEV.   (Ljós yvir landið 1996)

Síðani 1963 hava allar kommunur í Føroyum verið limir í SEV, og atkvøðurnar/valdið er eftir fólkatalinum. Tvs. at Tórshavnar kommuna eigur uml. 41% av felagsskapinum. Tað at ein eigari hevur so stóran part av atkvøðunum , hevur forkomið demokratinum í felagsskapinum. Eitt sjónligt dømi um hettar er, at báðir stjórarnir í SEV síðan 1983 hava havt bústað í Havn. Hesir hava, uttan virðing fyri samleikanum og søguni hjá SEV, avoytt allar førleikar og virksemi sum felagsskapurin hevði skapt kring landið. Í dag er nærum alt virksemi hjá SEV miðsavnað í Tórshavn.

Á heimasíðuni hjá IRF er søgan hjá IRF og KOB lýst soleiðis:  Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðingin var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í havinum og í náttúruni sum heild. Av tí at stór ósemja var um, hvar brennistøðin skuldi liggja, tók Tórshavnar kommuna seg úr kjakinum og gjørdi av at byggja sína egnu brennistøð, Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn. Hinar kommunurnar í Føroyum komu ásamt um í 1979 um at stovna Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF.

Havandi søguna hjá SEV í huga, eiga kommunurnar at hugsa seg væl um áðrenn avgerð verður tikin um samanlegging millum IRF og KOB.

Jens Martin Lamhauge
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo