Forsølan til Summar Festivalin byrjaði í november mánaði, og fyrstu tíðina verða vikuskiftispassini seld fyri serligan prís.
Fyriskipararnir av Summar Festivalinum siga, at forsølan hevur gingið væl, og roknað verður við nógvum fólki á festivali í summar.
Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum. Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo