Dreingir og gentur 14 ár hjá SÍ hava verið til eina kapping í Ikast í Danmark, har norsk flogbóltslið eisini vóru við, men støðið hjá sørvingunum var so høgt afturímóti, at tey smurdu alt av.
Og við tað at føroysku leikararnir vóru so væl fyri, samdust fyrireikararnir um, at dreingirnir skuldu kappast við teir 16 ára gomlu ístaðin fyri, og í tí kappingini gjørdust dreingirnir hjá SÍ nummar tvey.
Meðan genturnar gjørdust nummar eitt í G14-kappingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo