Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sólin rísur í eystri ein ljósan morgun um várið. Løtan er hugtakandi vøkur. Tað er einki í umhvørvinum, ið sigur frá, at nakað er skalað og darvað av mannahond. Løtan er eins og hin fyrsta, tá ið Guð væl nøgdur hugdi at tí skapta, og alt var sára gott.

Sólin stavar inn á borðið og varpar ljós á Guðs góðu gávur. Matur, hús og heim sum dagligt breyð. Á serligan hátt var morgunin ljósur, tí fyrigeving syndanna legði sín unniliga dám yvir húskið. Fyrigeving Guðs og fyrigeving millum menniskju.

At liva í Guðs fyrigeving og stunda á náði hansara. At biðja Guð um fyrigeving er sum at verða leiddur út á óspiltar fløtur, drekka tað reina vatnið, og draga andan í frískari luft. Tað er lívsins stóri møguleiki at biðja um fyrigeving syndanna.

Endurnýggjaður, endurføddur og staðfestur reinur. Sæddur heilur og óskalaður. Skaptur av Guði og berandi fingramerki hansara. Skaptur av nýggjum í frelsu Guðs við trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Eitt nýtt og óspilt lív fyri framman.

Henda vakra sólríka morgunin um várið var einki sjónligt tekin um ein langan og myrkan vetur. Veturin var horvin, kuldin var burtur, og lívið vaknaði við fuglasangi.

Náttúran fekk ein nýggjan møguleika. Fuglurin nýtti høvið at syngja sama sang við ymiskum løgum. Fuglurin sang sama lag hvør við sínum nevi alt um somu stund. Ein kvøða til lívið og ljósið. Ein lovprísan av honum, ið er lívið í lívinum og lívsins ljós.

Fyrigeving syndanna sum andaligt gjøgnumbrot í trúnni á Kristus er fullkomin umbroyting og eitt fulltikið umskifti. Tað er sum at tørna inn í myrkri og vakna aftur alljósan dag. Tað er sum at koma úr valdandi niðu til staðin, har sólin við sínum fløvandi geislum styrkir sál og likam.

At hyggja tvørtur um borðið og hava fyrigivið teimum handan borðið. Tað er eitt útsýnið, ið gevur innlit í tað veruliga lívið við samveru, gleði og spírandi góðsku. Tað at vera saman og liva í fyrigeving Guðs fyrigevandi øðrum.

At sita til borðs og vita, at ein sjálvur er fyrigivin, tað er undurfult. Tað er ein náði, at menniskju fyrigeva mær míni mistøk, tey særandi orðini og tað tóma svarið. At fáa fyrigeving er ongantíð eitt krav ella rættur.

Tað er eitt tilboð ella ein gáva.

Alt kennist lættari, sjálvt byrðan, sum vit mega bera. Hin kristna trúgvin er ikki eitt lyfti um viðrák og góðan byr. Talan er heldur um eina innari styrki, ið sær lívsins ljós sum vegin, ið gangast skal. Saman við Guði eru vit sterk í veikleika, eru vit vónrík í vónloysi, verða vit hjálpt í hjálparloysi.

Mong kristin menniskju hava gjørt ta sannroynd, at tað er eitt dýrabart ríkidømi, ið vit eiga hvør í øðrum, hóast lívið viðhvørt er ein avbjóðing. Sum tikið er til orðanna: “Eg orki ikki tankan at missa ta byrðu, ið eg biði Guð bera saman við mær.”

At fáa fyrigeving Guðs og kenna hvíldina í frelsu hansara. Tað er eins og ein várlig morgunløta allar ársins tíðir. Frígjørdur og loystur frá at døma seg sjálvan og vera misnøgdur. Frígjørdur frá sjálvgleði og høgari hugsan, tí fyrigeving syndanna er komin til mín óuppiborin.

Við fyrigeving syndanna bjóðar Jesus okkum javnbjóðis kor, brøðralag og eina tilveru saman við sær í ríki sínum.

Guðs fyrigeving í Jesu Kristi opnar dyrnar inn í tað æviga ríkið. At verða fyrigivin umskapar darvandi synd til eitt ókeypis pláss í Himmiríki. Náðin er goldin við Jesu deyða og sáttargerð.

At biðja um fyrigeving er ein gongdur vegur. At ásanna sínar misgerðir letur dyrnar upp. Vit kunnu ganga út og ganga inn og finna føði fyri sálina. Óivað er tað lættari at biðja Guð um fyrigeving heldur enn menniskju.

Vit eru mong, ið hava sitið við eitt búgvið morgunmatarborð og notið løturnar. Sum fráleið broyttist borðið til eitt borð við vørum, ið vóru falnar fyri dagfesting og sølu. Okkurt slag av synd, t.d. tvørrandi tøkk, át gleðina og setti ein heystligan lit á dúkin og umhvørvið. Gleðin var viknað, samskiftið víkjandi og tómleikin sjónligur.

Tá ið alt var um at detta sundur, ákallaðu vit Jesus. Hann hoyrdi vára bøn og grøddi forhold og viðurskifti, ið vóru um at støkka sum ein skarað leirkrukka. Tað, ið dottið var sundur, greiddi hann úr hondum til nýggjar leirkrukkur ella onnur nýtilig íløt.

Jesus er vegurin til eina betri tilveru. Hann er útgongdin úr ráðaloysi og inngongdin til æviga sælu. Síggj framtíðina í hesum ljósi og royn henda møguleikan! Amen.

Orðið: “Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiðarins, tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt.” (Jeramia 18,4).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo