Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Signar í Homrum spældi fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2013, og tað gjørdist ein óverulig suksé hjá honum og bólkinum.

– Vit hava mangan hugsað um ta framførsluna síðani, og tað orðið, sum vit oftast hava brúkt, er surrealistiskt, sigur Signar í Homrum um konsertina á Summar Festivalinum, tá ið hann kundi staðfesta, at hann hevði fingið veruligt gjøgnumbrot sum solistur.

– Eftir konsertina hugdu vit bara upp á hvønn annan og spurdu, hvat hendi har?

Síðani 2013 hevur Signar í Homrum verið fastur gestur á Summar Festivalinum, og í ár skal hann spæla á Vágsbøi seint fríggjakvøldið.

– Vit fara at geva fólki tað, tey vilja hava. Vit spæla teir góðu gomlu sangirnar, og vit spæla eisini onkrar av teimum nýggju, sum longu eru blivnir nógv spældir, sigur Signar í Homrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo