Tað verður Símun Absalonsen, grannskoðari, sum heldur árligu midnáttarrøðuna á Norðoyastevnu.
Midnáttarrøðan verður stroymd av Skúlatrøð leygarkvøldið 6. juni kl. 22:00.
- Símun Absalonsen er uppvaksin í grannalagnum við skúlan, har hann hevði virðing fyri tí, sum fyri fórst í skúlanum og var autoritetstrúgvur fyri teirri yvirvøld, ið har ráddi. Símun hevur í øllum lutum havt eyguni við sær og hevur dugað væl at siti undir. Tí er hann eisini framúr frásøgumaður og dugir, at seta tað skemtiligu sjóneykuna fyri, har tað hóskar, skrivar Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo