Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í Stýrið fyri Kringvarp Føroya, nú Elin Winther Poulsen er farin frá eftir at verða sett í starv sum journalistur í Kringvarpinum.
Nýggi formaðurin er fyribils settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.
Símun Jóannesarson Hansen er 50 ára gamal, býr í Saltangará og starvast sum fulltrúi í Almannamálaráðnum.
Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt innan marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning.
Símun Jóannesarson er ikki ókunnigur við kringvarpsarbeiði, tí hann hevur gjørt tónleikasendingar í Kringvarpinum við jøvnum millumbilum síðan 1991.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo