

Sangarinnan við stórhittinum "Nothing Compares 2 U" í 1990'unum, er deyð.
Hon gjørdist 56 ár.
Í 2018 vendi Sinead O'Connor um til Islam, og broytti navn til Shuhada Davitt. Hon deildi á Twitter at hon var stolt av at vera muslimur. Árið eftir broytti hon eftirnavn til Sadaqat.
Í 2012 deildi hon á Twitter at hon var løgd inn á sjúkrahús tí hon hevði eina depresjón. Hon stríddist við sálarligar trupulleikar alt lívið.
O’Connor gav út sínar endurminningar í 2021, og fekk bókin eina positiva móttøku.
O’Connor var fødd í Dublin. Hon fekk fýra børn og var gift fýra ferðir.
Hon fekk sonin Jake við musikkprodusentinum John Reynolds, dóttrina Bridigine við journalistinum John Waters, sonin Shane við tónleikaranum Donal Lunny og sonin Yeshua við Frank Bonadio.
Shane doyði í fjør, bert 17 ára gamal.
In a statement, the singer’s family said: “It is with great sadness that we announce the passing of our beloved Sinéad. Her family and friends are devastated and have requested privacy at this very difficult time.” https://t.co/rfsFrPpF91
— The Irish Times (@IrishTimes) July 26, 2023
Sinead O’Connor, acclaimed Dublin singer, dies aged 56 https://t.co/00uq4SjSHr
— The Irish Times (@IrishTimes) July 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo